Tá bygt verður
Tá ið søkt verður um byggiloyvi til sethús, skal kommunan hava:
Umsóknarblað
Øll neyðug fylgiskjøl
Alt eftir, hvat søkt verður um, eru ymisk krøv til hvørji skjøl skulu leggjast við í umsóknini. Í faldarinum "Umsóknarblað" sæst, hvørji fylgiskjøl eru kravd í hvørjum føri.
Faldarin "Umsóknarblað" fæst hjá kommununi ella í yvirlitinum niðanfyri.
Í faldarinum, "Sethúsabygging" eru dømi um tekningar og útrokningar.
Umsóknarblað til byggiloyvi
Gravi- og byggiloyvi
Eitt depositum á kr. 20.000,-, er álagt áðrenn gravi- og byggiloyvi verða útskrivað.
Hetta depositum er fyri at dekkað møguligar útreiðslur, sum kommunan kann fáa av at umvæla møguligar skaðar á veg, kantsteinar o.a., sum kunnu verða gjørdir í sambandi við arbeiði við útgrevstri ella bygging.
Um skaði er gjørdur, ið kostar meir enn kr. 20.000,-, verður rokning send fyri írestandi upphæddina.
Um ongin skaði er hendir tá byggingin er liðug, fær ánarin peningin goldnan aftur.
Servituttir
Í teimum førum, har serstøk fyrivarni og/ella sertreytir eru á ognini, skullu øll skjøl hesum viðvíkjandi leggjast við í umsóknina.
Frágreiðingar og útrokningar
Frágreiðingar, útrokningar og onnur skjøl, sum saman við tekningunum geva fullfíggjaða greiða lýsing av ætlaðu byggingini, skullu leggjast við í umsóknina.