Lyklaorð fyri barna og ungdómstilboðið í Vága kommunu er, at tað er livandi, skapandi og fjølbroytt.
Virkishúsið við Ánna
Virkishúsið er opið hvønn gerandisdag og leygardag, við eini fjølbroyttari viftu av tilboðum, tiltøkum og verkstovum. Virkishúsið er fyri børn og ung í aldursbólkinum frá 3. flokk til 18 ár.
Virkishúsið við Ánna er opið mánadag til fríggjadag, frá kl. 11.30 til kl. 16.00, fyri børn úr 3. flokki til 6. flokk. Fyri ung frá 7. flokki til 18ár, er opið týskvøld og hóskvøld frá kl. 19.00 til 22.00 og leygarkvøld frá kl. 20.00 til kl. 24.00.
Garasjan
Garasjan er staði í kjallarinum á Magn, har ung frá 7.flokki til 18ár kunnu rokast og arbeiða við at skrúva, smíðja og annað handaligt, ella bara at hanga út. Garasjan er opin mikukvøld frá kl. 19.00 til 22.00.
Broytingar kunnu koma fyri í upplatingartíðum, umframt ymiskar verkstovur verða lýstar á Facebooksíðuni hjá Virkishúsinu, sum kann finnast her.