Ungdómshúsið Loftið byrjaði sítt virksemi í januar 2007.
Áðrenn kommunan ognaði Haraldstovuhandilin, vóru tað sjálvboðin, sum koyrdu virksemið. Tey leigaðu seg inn í “Losjuna” í Sandavági, og seinni á loftinum í “ Haraldsstovuhandlinum“.
Á heysti 2008 keypti Sandavágs Kommuna ognina, har ungdómashúsið Loftið hevur havt sítt virksemi.
Húsið er gamalt og slitið, so í løtuni húsast tey ungu í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági.
Ungdómshúsið Loftið er ein kommunalur stovnur, sum hevur valt, at hetta skal verða eitt frítíðarstað til tey ungu, har tey kunna kenna seg trygg, hoyrd, sædd og vird, og har tey ungu kunna knýta vinarbond við onnur ung.
Ungdómshúsið Loftið er eisini ein partur av SSP-samtakinum, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, at ung koma á skeiva kós.
Leiðari í ungdómshúsinum er Hervør Heinesen.