Bygnaðurin á Skúlanum á Giljanesi

Skúlin á Giljanesi
á Giljanesi 2
FO 360 Sandavágur

Samband
telefon: +298 34 44 24
fartelefon: +298 79 44 24

t-post: sag@skulin.fo
heimasíða: sag.fo

Skúlin á Giljanesi er skipaður sum partvís eitt- og tvísporaður skúli, alt eftir, hvussu stórir árgangirnir eru.

Á skúlanum á Giljanesi ganga uml. 310 næmingar í alt, sum eru býttir millum tveir skúlabygningar. Í skúlanum í Miðvági ganga fyrsti, annar og triði flokkur, umleið 100 næmingar. Í Miðvági hava vit floksstovur, goymslurúm, serhøli/bólkarúm og lærarastovu.

Í nýggja skúlanum á Giljanesi ganga næmingar úr fjórða upp til tíggjunda flokk, umleið 210 næmingar. Á Giljanesi hava vit floksstovur, bólkarúm, førleikastovu, bókasavn, arbeiðsrúm til lærarar, fundarhøli, skrivstovu til heilsusystur og skrivstovur. Í gamla partinum av skúlanum á Giljanesi hava vit tónleikastovu, handarbeiðsstovu, evningsstovu, náttúru og tøknistovu, skúlakøk, ítrottarhøll, fimleikarhøll, alis/evnafrøðisstovu og teldustovu til næmingar.

Skúlin er uppbygdur soleiðis, at innskúlingin (1.-3.flokk) húsast í Miðvági, miðdeildin (4.-6.flokk) húsast á stovuhæddini á Skúlanum á Giljanesi og hádeildin (7.-10.flokk) húsast á 1.hædd á skúlanum á Giljanesi.

Á skúlanum starvast lærarar, vikarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivstovufólk, húsavørðar og vaskifólk, í alt 50 fólk.

Virðisgrundarlag skúlans:

Skúlin byggir á tríggjar súlur:

  • Stundvísi
  • Háttvísi
  • Øðrvísi

Stundvísi merkir at gera tingini til tíðina. Virða tann partin, ið krevur av okkum, at tíðin –hvørt talan er um minuttir ella ár- er ein avmarkandi faktorur og karmur í okkara arbeiði.

Háttvísi er eitt nýtt orð á føroyskum. Tað hevur enn ikki hevur funnið vegin inn í orðabókina. Háttvísi merkir, at vit duga at gera tingini á rættan skynsaman hátt. Men tað merkir eisini, at vit læra okkkum nýggjar hættir at loysa uppgávur, tá kendir hættir ikki roynast nóg drúgvir ella nóg drúgvir.

Førleikastovan:
Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.

Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingum skúlans á bestan hátt og at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.

Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og hugskotsgeving til einstaklingalæraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.

Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.

Manningin í Førleikastovuni er serlærarar, lesivegleiðari, AKT-lærarar, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt eru eisini skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og SI-lærari.

Væleydnað inklutión krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar/sernám, og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.

Førleikastovan skal stuðla lærarum í normalundirvísingini og vera ein uppraðfesting av arbeiðinum og sernámsfrøðiliga heildarspurninginum í skúlanum og á stovnum. Týdningarmikið er, at arbeitt verður fyribyrgjandi, og at góður samanhangur er frá smábarnaaldri til skúlaaldur og víðari í skúlaskipanini.

Umframt førleikastovuna í skúlanum, hevur Vága kommuna eisini eina námsfrøðiliga ráðgeving , ið er knýtt at dagstovnaøkinum og frítíðarskúlanum. Námsfrøðiliga ráðgevingin og førleikastovan samstarva, tá barnið gevst í dagstovni, og fer í skúla.

Fyrstu árini í skúlanum, tá ið barnið eisini er í frítíðarskúla, samstarva námsfrøðiliga ráðgevingin og førleikastovan um menningina av barninum við serligum tørvi. Á henda hátt, verða børnini fylgd, frá tí at tey byrja í dagstovni, til at tey eru liðug í skúlanum. Eisini ger hetta, at skifti frá dagstovni til skúla ikki kennist so ógvusligt, sum tað annars kundi verið.