Ráðgeving:
Námsfrøðiliga ráðgevingin er ein fyriskipan, sum stendur stovnum í Vága kommunu í boði. Í ráðgevingini starvast ein námsfrøðingur.
N. R veitir fakliga ráðgeving til tað námsfrøðiliga innihaldið í arbeiðinum á stovni, bæði í mun til barnabólkar, einstøk børn o.a.
Endamálið við ráðgevingini er fyrst og fremst at tryggja, at øll børn í Vága kommunu hava eitt gott og mennandi dagstovnatilboð.
Arbeiðshátturin:
Ráðgevingin tekur støði í vitanini um, at børn hava tørv á góðum relatiónum fyri at menna seg á bestan hátt.
Endamálið við arbeiðinum er tískil at tryggja børnum mest møguligt samspæl við onnur børn.
Námsfrøðiliga ráðgevingin tekur altíð støði í førleikum og styrkjunum hjá børnunum, tí har eru flestu og bestu menningarmøguleikar.
Eisini verður stórur dentur lagdur á at styrkja tey vaksnu, sum eru um børnini í tí dagliga, so tey eru før fyri at bjóða børnunum eitt gott og stimbrandi samspæl.
Foreldrasamstarv:
Tað er umráðandi, at foreldur hava innlit í og ávirkan á tað arbeiði, sum verður gjørt í mun til barn teirra, og tískil er foreldrasamstarv ein týðandi liður í ráðgevandi arbeiðnum.
Stovnurin kann tí eisini bert søkja um námsfrøðiliga ráðgeving til eitt ávíst barn í samráð við foreldur.
Mannagongd:
Tá tørvur er á ráðgeving, setir stovnsleiðarin seg í samband vi Námsfrøðiligu Ráðgevingina, sum síðan ger avtalu við stovnin, um hvussu tilgongdin kann síggja út.
Til ber at koma í samband við Námsfrøðiligu ráðgevingina á teldupost eva@vaga.fo ella við at ringja á tel. 794406.