Sóljugarður

Sóljugarður er dagstovnurin í Sandavági. Sóljugarður liggur mitt í bygdini, við sera vakrari náttúru rundanum. Her er bæði á, viðalund, sandur og fótbóltsvøllur beint við. Eisini er ein deiliga stóran garður rundanum, har børnini hava góðar møguleikar at røra seg. Umframt reiggjur, skreiðibreyt og sandkassar, hava vit eisini eina steinsetta á og nógvan bø, har tað náttúrliga lendið er varveitt. 

Sóljugarður varð bygdur í 2003. Síðani er gamla Føroya banka húsið komið afturat og í 2009 varð bygt eitt nýtt hús afturat við tveimum vøggustovum. Sostatt heldur stovnurin, í dag, til í trimum húsum. Í høvuðsbygninginum eru tríggjar barnagarðsstovur og ein vøggustova. Í gamla Føroya banka húsinum er ein stova við teimum 6 ára gomlu og í nýggja bygninginum eru tvær vøggustovur.

Telefonir í Sóljugarði

telefon leiðari:

34 44 56

fartelefon leiðari:

79 44 56

telefon varaleiðari:

34 44 57

fartelefon varaleiðari:

79 44 57

 

Steigastova:

79 44 51

Sandastova:

79 44 52

Bakkastova:

79 44 53

Giljastova:

79 44 54

Sóljustova:

79 44 55

Nesastova:

79 44 58

Sarpastova:

79 44 59

Upplatingartíðir:

Sóljugarður hevur opið mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 og kl.17.00