Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í gamla skúlanum í Miðvági. Smílikullan liggur tætt við bygdaskúlan í Miðvági, so skjótt er hjá børnunum at ganga úr skúlanum til frítíðarheimið.
Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.
Frítíðarheimið í Smílikulluni fyri børn í 1. og 2. flokki.
Natascha Johannesen
fartelefon: 79 45 40
teldupostur: smilikullan@vaga.fo
Upplatingartíðir
Smílikullan hevur opið mánadag til fríggjadag frá kl 11.30 - 17.00
Smílikullan er stongd teir dagar skúlin hevur frí.