Virkishúsið við ánna

Virkishús fyri børn og ung

Í mars 2022 lat nýtt virkishús upp fyri børn og ung í Vága kommunu. Nógv ymiskt virksemi er í virkishúsinum mánadag til fríggjadag frá kl. 11.30 til kl. 16.00. Trý kvøld um vikuna er virkishúsið opið fyri børnum og ungum frá 7. flokki til 18 ár.

Umframt nógv kreativt arbeiðið, spøl og verkstovur, so hava tey knýtt sambond millum ættarlið og tilflytarar við at vera ein partur av ABC átøkunum og fjølmentanarvikuni við at skipa fyri afturvendandi tiltøkum sum bindiklubba, quizkvøldum og fyrilestrum har tey hava bjóða almenninginum inn.

Eitt tað týdningarmesta við menningini av børnum og ungum er at bjóða góðar tænastur í kommununi og at tey ungu verða tikin við uppá ráð og kenna seg hoyrd. Tí er eitt ungdómsráð sett á stovn, við umboðum úr frítíðar- og ítróttarfelagsskapum, samkomum, virkishúsi og skúla, umframt umboð fyri onnur sum ikki hava tilknýti til áðurnevndu felagsskapir.

Samband

Vitja síðuna hjá Virkishúsinum við ánna fyri nærri kunning um virksemið í húsinum