Hvør er við?

Saman um barnið er ein víðfevnd verkætlan, har nógvir partar samstarva um eina felags leið.

Kommunurnar báðar, Sørvágs kommuna og Vága kommuna, og stovnar hjá kommununum, eru saman um verkætlanina.

Harumframt eru stovnar og samstørv undir landinum við eisini.

Nám er stovnur, sum veitir ymiskar tænastur til dagstovnar og skúlar so sum útgávur, skeið, ráðgeving o.a.

Sernám er stovnur, sum veitir ráðgeving innan sernámsfrøðilig viðurskifti til dagstovnar, skúlar og foreldur.

Undirvísingarstýrið er fyrisitingarlig eind undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum við ábyrgd fyri m.a. fólkaskúlanum.

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung í Føroyum. SSP-samstarvið er millum Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelagið og Føroya Landfúti, ið varð sett á stovn 16. juni 2008.

Gigni veitir heilsufrøði til børn og ung. Stovnurin virkar samsvarandi ásetingunum í løgtingslóg nr. 63 frá 17. mai 20025 um fyribyrgjandi heilsuskipanir fyri børn og ung.

 

Aðrar síður undir Saman um barnið