Plakatin, og onnur skjøl, kunnu takast niður niðast á hesi síðuni.
Barnafatan
Barnafatanin er sett upp í eina mynd av einum varða, sum inniheldur setningar, sum umboða felags barnafatanina.
Felags barnafatan:
· Varðin er ímyndin av góða samstarvinum um barnið og tann unga, og stendur í myndatalu millum hvørt heim, hvønn stovn, millum stovur, millum bygdir og ymisku fyriskipanirnar. Varðin er vegvísari á farleiðini og somuleiðis vakurleikin og tryggleikin í góða samstarvinum.
Grundgeving fyri at hava eina felags barnafatan:
· Felags barnafatanin, sum allir stovnar hava bundið seg til, er grundarlag fyri samstarv og samskifti um barnið og tann unga.
Hvat byggir felags barnafatanin á:
· Barnafatanin byggir á barnarættindasáttmálan, er í tráð við dagstovnalógina, fólkaskúlalógina og nýggjastu gransking um heilsu og trivnaðarfremjandi karmar hjá børnum og ungum.
Hvussu skal felags barnafatanin brúkast:
· Í ítøkiliga arbeiðinum og samskiftinum og í samveruni við børnini og tey ungu. Eisini tá ið foreldur, starvsfólk, og myndugleikar samskifta og samstarva við og um børnini og tey ungu.
Fasthaldan
· Í Saman um barnið hava vit í felag arbeitt við og orðað eina felags barnafatan. Í verki hava foreldur, leiðslur og starvsfólk ábyrgd av, at hetta sæst aftur í øllum tí, ið fyriferst um børnini og tey ungu.
Setningar um heilsu- og trivnaðarfremjandi karmar:
· Varðarnir vísa okkum vegin, og standa stinnast, tá teir eru vælgjørdir og væl hildnir á góðum, støðugum og álítandi lendi. Lendið er myndin av tí samlaða umhvørvinum, vit bjóða børnum og ungum, og sum skapar samanhangin millum bygdir, heim, stovnar og stovur og øll tey vaksnu, sum arbeiða saman um og við barninum og tí unga.
Grundgeving fyri at arbeiða heilsu- og trivnaðarfremjandi:
· Eitt gott lendi við góðum varðum skapar møguleikar fyri, at øll børn og ung fáa eina góða ferð gjøgnum lívið. Og eru øll vit vaksnu, sum eru saman um barnið, við til at taka ábyrgd fyri góðum og tryggum lendi, økja vit munandi um møguleikan fyri, at øll børn og ung í Vágum fáa tað betri.
Grundarlagið fyri heilsu- og trivnaðarfremjandi kørmum:
· Heilsu og trivnaðarfremjandi karmar byggja á ta aðalhugsan, at øll menniskju kunnu mennast og styrkjast í samspæli við tað umhvørvið, tey ferðast í.
· Í verkætlanini Saman um barnið hava vit eina heildarfatan av, at heilsa og trivnaður fevna um likamlig, sálarlig, sosial og andalig viðurskifti.
Karmarnir, sum skulu fremja hetta, mugu tí rúma øll viðurskifti um børn og ung í Vágum hjá tí einstaka, í bólkinum og í samfelagnum øllum. Karmarnir fevna um fysiskar, sálarligar og sosialar karmar.
Alt í tráð við barnarættindasáttmálan og nýggjastu gransking um heilsu- og trivnaðarfremjandi umhvørvi hjá børnum og ungum.
Hvussu skulu heilsu- og trivnaðarfremjandi karmar síggjast í verki?
· Í ítøkiliga arbeiðinum og samskiftinum og í samveruni við barnið og tann unga. Eisini tá ið starvsfólk, foreldur og myndugleikar samskifta og samarbeiða við og um børnini og tey ungu.
Yvirskipað skapa vit karmar og virka professionelt, soleiðis at øll børn og ung kenna seg hava góðar og sterkar relatiónir og felagsskapir, og møguleika at mennast og trívast. Støðugt taka vit vaksnu hetta sjónarhornið í øllum átøkum, fyriskipanum og tiltøkum, sum eru kring børn og ung í Vágum.
Fasthaldan av heilsu- og trivnaðarfremjandi kørmum:
· Í Saman um barnið hava vit í felag arbeitt við og orðað heilsu og trivnaðarfremjandi karmar. Í verki hava leiðslur og starvsfólk á øllum løgum ábyrgd av, at hetta sæst aftur í øllum, ið fyriferst um barnið og tann unga.