Sjálvgreiðsla

Undir sjálvgreiðsluni kanst tú, umvegis Vangan, senda umsóknir til Vága kommunu.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Gev gætur at í fyrstu atløgu eru ikki øll umsóknarbløð tøk á Vanganum. Hesi og onnur umsóknarbløð finnur tú eisini her undir sjálvgreiðslur, men verða tey send beinleiðis til vaga@vaga.fo. Restin av umsóknarbløðunum verða tøk á Vanganum, so hvørt tey eru klár.