Økja um vatntrýstið í kommununi

09.06.2023

Kommunan hevur í nærmastu framtíð, ætlanir at økja um vatntrýstið við áleið 2 bar. Hetta kann hava við sær, at tól í húsinum, ið ikki tola økta trýstið, oyðileggjast. Kommunan vil við hesum skrivið, gera vart við, at tað er uppgávan hjá húsaeigarum, at fáa hava ein trýstregulerandi ventil á innføringini, soleiðis at trýstið kann stillast.

Mælt verður til, at ventilurin verður stillaður á áleið 4 bar. Ventilar kunnu m.a. keypast frá Sandavágs Timburhandli.

Freistin at hava sett ventil á er mánadagin 3. juli 2023.

Á myndunum niðanfyri síggjast økini har trýstið kemur at økjast. Økini eru innanfyri tey reyðu feltini.