Kunning um broytta telefon tíð hjá Læknaviðtaluni í Vágum

10.02.2023

Frá mánadegnum 13. februar 2023 verður telefontíðin hjá læknaviðtaluni í Vágum broytt til at vera frá kl. 08.00 til 11.00 allar gerandisdagar.

Akutt telefonin svarar frá kl. 11.00 til 16.00 og er bert ætlað til bráðfeingis læknahjálp.

Til ber at bíleggja tíð til viðtalu og at endurnýggja reseptheilivág við at senda okkum boð á heimasíðuni www.minlaekni.fo

Vinaliga

Djóni S. Joensen og Marjus Dam

kommunulæknar

Læknaviðtalan í Vágum.