Vága kommuna søkir eftir námsfrøðingi til Smílikulluna

15.03.2024

Søkt verður eftir námsfrøðingum til eitt spennandi og fjølbroytt starv í frítíðarskúlanum. Talan er um trý størv á 20-25 tímar um vikuna og eitt stuðuls starv á 15 tímar um vikuna.

Størvini verða sett 1. mai 2024 ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er fyri færri/fleiri tímum um vikuna.

Um Smílikullan

Í Smílikulluni leggja vit stóran dent á frítíðina og frælsi hjá barninum. Børnini eru við til at skapa og skipa teirra egna dag, tá skúladagurin er lokin. Í Smílikulluni ganga børn í 1. og 2. flokki í Vága kommunu og vit halda til í Gamla Skúla í Miðvági.

Vit eru í gongd við at byggja upp fjølbroytt virksemi, við einari nýggjari framtíðar visjón. Endamálið er at bjóða virksemi, sum er mennandi, avbjóðandi, stuttligt, læruríkt, ið er sigandi og ógloymandi.

Smílikullan liggur nær við fjøruna, sandin og viðarlundina. Vit hava fótbóltsvøll og stórt spælipláss í bygdini tætt við. Hetta gevur okkum ríkar møguleikar til nógvar spennandi avbjóðingar, bæði fyri børn og starvsfólk. Í Smílikulluni raðfesta vit verkstaðsarbeiði, og bjóða vit nattúru- og evningsverkstað, hondarbeiðsverkstað og eitt uttandura verkstað.

Les meir um starvið við at klikkja her.