Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður við hesum gjørt kunnugt, at Vága kommunustýri á fundi tann 29. septembur 2009 samtykti at broyta býarplanin galdandi fyri Miðvág soleiðis, at býarplanurin fyri býlingurin á Ryggi verður broyttur til B4-øki (sethúsaøki serstøk byggisamtykt) og F2-øki (alment frítíðar¬øki).
Hesi matr. nr. verða umfataði av broytingini: 122, 286, 297, 120d, 393, 293, 120c, 284, 120b, 177b, 121b, 119, 318a, 121a, 104a, 163g, 218a, 149d, 158, 96, 35, 334, 13b, 300, 21c, 21b, 163e, 163f, 283, 296, 292b, 291, 14a, 235, 91, 191b, 86, 236b, 136a og 104b.
Skjøl, sum vísa broytingina, liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í Sandavági í arbeiðstíðini frá miku¬degnum 07. oktobur til hósdagin 28. oktobur - 2009 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 08. januar - 2010.
Vága kommuna
Byggisamtykt á Ryggi.pdf(418 KB) 
Kort á Ryggi.pdf(616 KB) 
|